Gott at Tóri ikki er lækni

“Gott at Helgi ikki er lækni” stendur sum yv­­i­rskrift yvir eini grein, sum for­maðurin í “Ungum fyri Miðflokkin”, Tóri Høj­gaard, hevði í bløðunum í farnu viku. Lat meg siga bein­an vegin, at eg eri púra samdur við yvirskriftini.

Men tíverri byggir Tóri grein­ina á fleiri misskilj­ing­ar, sum eg tí verði noyddur at rætta.

Helgi Abrahamsen

 

Misskiljing 1

Greinin byrjar við orð­u­num: “Helgi Abrahamsen royn­ir í einum lesarabrævi enn einaferð at ræða okkum frá at hugsa tankan, at vit ein dag kunnu gera okk­um leysar av blokk­stuðl­i­num.”

Hetta er ein stór mis­skiljing. Eg stúri als ikki fyri tí degi, tá inntøkurnar, sum vit sjálvi skapa til sam­felagið, verða minst líka stór­ar sum útreiðslurnar. Tvør­t­ur­ímóti, so haldi eg, at vit eiga at gera alt sum vit kunnu, fyri at styrkja um inntøkugrundarlagið und­ir føroyska sam­fel­ag­num.

Tað sum eg harafturímóti havi ávarað ímóti, er at tveita blokkstuðulin burtur, áðr­enn vit hava funnið nakað annað inntøku­grund­ar­lag at seta ístaðin.

 

Misskiljing 2

Tóri sigur seg vera samdan við mær, um at skatta­byrð­an hevði vaksið munandi, um blokkstuðulin bleiv burt­ur eftir einum degi, men hann heldur tó, at støð­an hevði verið ein onnur, um hetta hendi líðandi yvir eitt longri tíðarskeið.

Hetta er eisini ein mis­skiljing. Um vit missa blokk­stuðulin frá einum degi til annan, ella tað hend­ir líðandi yvir fleiri ár, tað í sær sjálvum broytir ikki upphæddina, sum vit missa, og sum skatt­gjald­ar­in má rinda. Tað einasta sum broytist, er at við eini longri skiftistíð kunnu tit lumpa fólk til at taka undir við loysingini, tí tá síggja tey ikki avleiðingarnar, fyrr enn skaðin er hendur.

 

Misskiljing 3

Tóri sigur víðari: “Helgi vil við lesarabrævi sínum ræða Før­oya fólk til at halda, at Mið­flokk­urin vil hava blokk­in at hvørva eftir stutt­ari tíð, men hetta er als ikki so”.

Her hevur onkur misskilt okk­urt, tí í februar hevði Kar­s­t­en Hansen tíð­ind­a­fund, har hann boðaði frá, at hann fór í Miðflokkin, og ein av grundgev­ing­u­num var, at Miðflokkurin hevði sama politikk á ríkis­rætt­ar­liga økinum sum Kar­st­en sjálv­ur. Og Karsten hev­ur mang­an sagt, at hann vil hava blokkin burtur “í dag heldur enn í morgin”.

 

Søgan um sjúklingin

Tóri brúkar síðani eina mynd av einum sjúklingi, sum er við at koma fyri seg, og tí noyðist læknin at taka tann vanabindandi heili­­vágin frá honum. Sjúkl­ing­­urin er Føroyar og heili­vág­urin er blokkstuðulin.

Fyri at siga tað sum tað er, so dámar mær ikki at sam­an­bera Føroyar við ein ússa­ligan sjúkling, sum livir av heilivági, tí eg haldi at vit hava eitt gott land at liva í. Men um eg kortini skal halda fast við mynd­ina hjá Tóra, so eri eg samdur í tí, at tað er altíð rætt at taka heilivágin frá sjúklinginum, tá hann er komin fyri seg. Men sam­tíðis vil eg undir­strika, at tað er umráðandi at tryggja, at sjúklingurin veru­liga er blivin frískur og kann liva uttan heilivág, áðr­enn heilivágurin verður tik­in frá honum, tí annars doyr hann.

Har er tað, at eg havi víst á, at meðan loysingar­flokk­ar­nir fegnast um, at “heil­i­vág­ur­in verður trapp­aður ni­ð­ur”, so er sjúk­ling­urin als ikki komin á føtur. Heil­i­vágurin er til fyri at gera sjúkl­ingin frískan, og tí mugu vit ikki rokna við, at sjúkl­ingurin blívur frísk­ur av at missa heili­vágin. Tað er munurin millum mína og tykkara uppfatan av blokk­­stuðlinum.

Tóri brúkti yvirskriftina “Gott at Helgi ikki er lækni”. Men eftir at hava lisið hasa samanberingina havi eg hug at siga, at kanska er tað eisini gott, at Tóri heldur ikki er lækni!