Gott at spæla aftur og at vinna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjalti Mohr Jacobsen staðfestir, at tað hevur verið ein drúgv bíðitíð síðani seinast í januar

Í dag spældu kyndilsmenn sín fyrsta dyst síðani 28. januar, tá teir vunnu grannauppgerðina ímóti Neistanum 26-21 (14-9).

 

Hjalti Mohr Jacobsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum, og hann stórfegnast um loksins at sleppa spæla ein dyst aftur, og at vinna eisini. Tað hevur verið talan um nógva keðiliga venjing, og tí var tað eitt tendrað kyndilslið, sum fór á vøllin, og tað sást í løtum. Fyrstu løtuna legði liðið fyri við at leggja seg á odda 5-0, og tað gjørdist munurin tá samanum kom.

 

Hjalti Mohr Jacobsen heldur, at hevði Nicolas Satchwell í neistamálinum ikki staðið so væl, so hevði munurin verið minst 10 mál. Nú skulu kyndilsmenn royna at fara framvið VÍF á stigatalvuni, tá liðini møtast mikukvøldið. Hjalti Mohr Jacobsen sigur, at teir hava havt tað torført við VÍF fyrr í hesum kappingarárinum, men hann heldur, at Kyndil er væl fyri til ta uppgávuna.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Hjalta Mohr Jacobsen aftaná Hjalti og liðfelagarnir høvdu vunnið á Neistanum.