Gott at hoyra gott um grind

Rúni í Lágabø
------

Las ein dagin eina grein, har Jákup Petersen yvirlækni greiddi frá, at grind ikki er so vandamikil, sum nógv vilja gera hana til. Tað gleddi meg ordiliga nógv. Havi verið eitt sindur troyttur av at hoyra um alt tað negativa um grind. Hetta er jú matur, ið kemur úr okkara egnu náttúru. Tað er forferdiligt at hugsa sær, at okur kanska um nøkur fá ár, slett ikki eta matin, sum okur sjálvi kunnu fáa hendur á.
Tað eri forholdsvís fá fólk í dag, ið eta grind yvirhøvur, og tey sum eta hana, eta sera lítið av henni. So tað er ser óhugsandi, at tað sindrið av grind, fólk eta, skal vera skild í, at okur gerast sjúk. Tað átti heldur verið gjørd ein umfatandi kanning av tí mati, ið kemur frá útheiminum. Hesin matur er sproytaður við øllum møguligum eituri, fyri at hann kann halda sær í langa tíð. Er hesin matur góður fyri okkum? Trúgvi tí ikki. Havi tó ongantíð sæð nakra útsøgn um hendan mat nakra staðni. Haldi tað vera á sera lágum støði, at professionel fólk, skullu tosa negativt um tann mat, sum hevur hildið føroyingin á lívi øll ár, til dagin í dag.