Nesvík: Hóast 64 ungdómar úr Fuglafjarðar skúla eru savnaðir í leguhúsinum í Nesvík, hoyrist nærum ikki eitt kis í gongini.
Klokkan er farin at nærkast 10 í gjáramorgunin, og fyrsta punkt á dagsskránni skal setast í verk: Ein fyrilestur um, hvussu tað er at framleiða eitt føroyskt dagblað.
Næmingarnir hava hildið leingi á kvøldið fyri, og nú byrja tey so smátt at koma fyri seg. Og klokkan 15 minuttir yvir ásettu tíðina, er alt til reiðar.
- Jú, vit hava havt tað sera gott saman, slær Andrias fast. - Eg kendi tey flestu frammanundan. Men tað er altíð gott at koma at kenna hini eitt sindur betri.
Endamálið við einum slíkum seturskúla er at skapa betri samanhald millum næmingarnar, og at koma at kenna teir nýggju næmingarnar betri.
Hetta er eisini neyðugt, tí hesir 64 næmingarnir koma úr fýra ymiskum bygdum: Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og Kambsdali, men ganga í trimum ymiskum 8. flokkum í Fuglafjarðar skúla.
- Tað er eisini sjáldan, at ein soleiðis kann vera saman við floksfelagum sínum alt samdøgrið mitt í viku.
Zumba
Tað var gamalt hjá flokkum at fara á seturskúla, har ein á serstakan hátt var saman um eina felags verkætlan.
Nú á døgum er helst meiri vanligt, at flokkar fara uttanlands í somu ørindum. Men tað eru kortini tey sum velja ta gomlu og væl royndu loysnina við einum seturskúla.
Á hesum seturskúlanum í Nesvík fær ein so at siga alt borið upp í lógvarnar - so sum góðar karmar, kost, undirhald og samveru.
Seturskúlin byrjaði seinnapartin týsdagin við køldum borði. Seinni um kvøldið greiddi Martin Kúrberg, ið er fyrrverandi misbrúkari av rúsevnum frá sínum lívi. Hann virkar í dag sum ráðgevi hjá Bláa Krossi, og hevði tí nógv at greiða teimum ungu frá.
Mikudagin lá leiðin til Havnar, har vitjað var í bowlinghøllini og aðrastaðni í býnum. Um kvøldið var boðið til zumba í Nesvík.
Í gjár vóru aftur tvey evni á skránni: Fyrst fingu tey at vita eitt sindur um, hvussu eitt føroyskt blað verður til, áðrenn eitt umboð fyri løgregluna greiddi frá teirra arbeiði.
Seturskúlin endaði seinnapartin í gjár, tá Andrias og allir hinir 63 floksfelagar hansara og lærarar fóru til hús aftur.