Gott at føroysk vinnulívsfólk seta virki á stovn uttanlands

? Vit eiga at fylgja gongdini við tí fiski, sum fer óvirkaður av landinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Fiskivinna

? Eg haldi at tað er bara gott, at føroysk vinnulívsfólk gera íløgur uttanlands.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, dugir ikki at síggja nakað skeivt í, at føroysk vinnulív seta virki á stovn uttanlands.
? Hetta er ein partur av alheimsgerðini. Heimurin verður minni og minni og føroyskt vinnulív hevur kanska gjørt ov lítið at at seta virki á stovn uttanlands, sigur landsstýrismaðurin.
Tað eru teir politikarar, sum halda, at eitt er at gera íløgur uttanlands, men eitt heilt annað er, at landsins náttúrutilfeingið eiga vit ikki at lata fara óvirkað av landinum.
Bjørn Kalsø skilir hetta sjónarmið og tí sigur hann eisini, at ætlanin er at fylgja við gongdini fyri at vita, hvussu nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.

Fiskapakkin skuldi hjálpt
At so nógvur óvirkaður fiskur fer av landinum, hevur leingi verið ein politiskur trupulleiki.
Og nú hevur Løgtingið so samtykt fiskapakkan og í fyrsta umfari setir landsstýrismaðurin sítt álit á hann.
? Lógin er lýst og kunngerðir í sambandi við lógina verða lýstar í næstum og tí kemur hann at virka í næstum.
Bjørn Kalsø sigur, at eitt endamál við fiskapakkanum er at tálma útflutninginum av óvirkaðum fiski.
Tað verður gjørt við at banna óveruligum sølum, ella proformasølum, sum tað verður nevnt.
? Ein stórur trupulleiki hevur verið, at nógvur fiskur verður seldur óvirkaður uttanlands uttanum skipanina og virkini hava tí ongan møguleika havt at bjóða uppá hann.
Við Fiskapakkanum verður roynt at byrgja upp fyri hesum óveruligu sølunum og samstundis verður roynt at tryggja, at virkini fáa høvi til at bjóða upp á allan fisk.
? So fáa vit at síggja, hvussu tað eydnast og í hvussu stóran mun hetta fer at tálma útflutninginum av óvirkaðum fiski.
Hann vísir eisini á, at fiskapakkin er gjødur í samráð við vinnuna.
Sjálvur vildi hann, at reglarnar í fiskapakkanum vóru strangari, men hetta var so tað, sum semja fekst um.
? Vísir hetta seg ikki at vera nóg mikið, hava vit framvegis møguleika at tátta í. Føroysku virkini hava sagt, at verða tær óveruligu sølurnar steðgaðar, verða tey eisini kappingarfør.
? Størsti trupulleikin hevur verið, at kappingin hevur ikki verið verulig og tí eru føroysku virkini ikki sloppin framat at bjóða uppá fiskin.

Arbeiðsloysi skapar misnøgd
Bjørn Kalsø sigur, at tað hevur ongantíð verið ætlanin at fiskatilfeingið undir Føroyum skal flytast óvirkað av landinum.
Men hann væntar ikki, at nýggja, føroyska virkið í Lettlandi bara fer at keypa føroyskan fisk og hann stúrir als ikki fyri, at hetta fer at verða endin á føroysku fiskivinnuni á landi, soleiðis sum summi spáa.
Av tí at tað er so stórt arbeiðsloysi í fiskivinnuni á landi í Føroyum, skilir hann væl, at nógv verður gjørt burturúr, tá ið føroyskir vinnulívsfólk gera flakavirki uttanlands, sum eisini skal arbeiða føroyskan fisk.
? Tað sigur seg sjálvt, at tað tað skapar misnøgd at tað er so stórt arbeiðsloysi á føroyskum fiskavirkjum.
Fyri at varðveita kappingina um fiskin, hava vit hildið, at ein hurð eigur at vera opin fyri at skipini kunnu selja fisk uttanlands. Hinvegin hava vit ikki viljað lóggivið fiskin inn á føroysku virkini. men nú skal so allur fiskurin á uppboðssøluna, so at øll fáaa høvi at bjóða.
Sjálvur heldur Bjørn Kalsø, at útlitini hjá vanligu flakavinnuni eru ikki tey bjartastu, men hann hevur álit á, at vinnan megnar at laga seg til tær nýggju umstøðurnar.