Gott at dómarin loyvdi eitt sindur

(Rás2) Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen er sera nøgdur við dømingina á Eiði í dag

Skála spældi málleysan javnleik ímóti EB/Streymi á Eiði í dag.

 

Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen orðið á liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen. 

 

Pætur Dam Jacobsen heldur, at tað var stuttligt at spæla á Eiði í dag, tí dómarin, Bjarki Danielsen loyvdi báðum liðunum at spæla eitt sindur kontant uttan, at kort vóru á lofti alla tíðina.

 

Pætur Dam Jacobsen heldur, at talan var um ein opnan dyst við málmøguleikum til bæði liðini, og 0-0 sigur einki um undirhaldið í Hólmanum á Eiði í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Pætur Dam Jacobsen.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva E. Nielsen hoyrist HER