– Gott at »blanda seg upp í« lívið hjá hvør øðrum upp á tann góða mátan

Í ár er tað Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur, sum heldur ólavsøkuprædikuna.

Skrivað hevur Dagfinn Olsen:

 

- Tað ger einki, um vit verða provokerað eitt sindur viðhvørt. Men vit skulu als ikki ganga í bólkum, tvørturímóti. Vit eiga at savnast, ikki bara á Ólavsøku, men altíð, sigur Marjun í Kálvalíð.

- Her eru landsins kosnu kvinnur og menn, saman við kirkjuliga landslagnum, og tað er besta bland, vit kunnu fáa á Ólavsøku, sigur Marjun í Kálvalíð.

Marjun í Kálvalíð heldur ólavsøkuprædikuna 2020. Ólavsøkan 2020 verður merkt av koronaumstøðunum, og í hugaheiminum hjá mongum verður sum so ikki talan um nakra veruliga ólavsøku. Men ólavsøkuguðstænastan verður sum hon plagar at vera, og on verður varpað kring alt landið, sum vanligt er, so tað er ein spent Marjun í Kálvalíð, sum vit hitta á máli um hesa avbjóðingina.

Fyrst spyrja vit, um tað kennist sum serligur heiður at halda ólavsøkuprædikuna?

– Ja, og tó.... Tað er sjálvandi serligt at halda ólavsøkuprædiku, tí so nógv verður gjørt burturúr, men tað er altíð gott at prædika, tað er tað besta við prestaembætinum, haldi eg. Og á Ólavsøku eru ofta mong sum lurta, og tað er serligt. Tó, í ár verður øðrvísi, tí eingin sleppur í kirkju, fólk kunnu sjálvandi sita heima og lurta, ella hyggja í sjónvarp, men tað verður heilt víst løgið ikki at tosa við fólk um prædiku, sálmar og annað í samband við kirkjugongdina ólavsøkudag, tað hoyrir til, hugsi eg, sigur Marju í Kálvalíð

Hevur tú nakað ávíst í huga, nú tú óivað gongur og hugsar um prædikuna?

– Ja, tað havi eg avgjør. Eg haldi, at allir prestar hava sín stíl, um vit kunnu siga tað soleiðis. Mín er at minna á, at vit hava tað gott, og takksemi um tað, og so at vit eru eitt kirkjulið, ella eitt fólk, sum hevur so ótrúliga sterk bond okkara millum, og við kristnu trúnna, og tað er vert at halda fast í, tí tað er so gott at hava umsorgan, og at “blanda seg uppí” lívið hjá hvør øðrum uppá tann góða mátan, sigur sóknarpresturin í Vága prstagjaldi.

Kennir tú tað, sum at tú nú hevur ein serligan pall og eitt serligt høvi, nú tú fært meginpartin av fólkinum sum lurtarafjøld?

– Tað hugsi eg ikki so nógv um. Eg síggi tað mest sum eina guðstænastu, og at her eru landsins kosnu kvinnur og menn, saman við kirkjuliga landslagnum, og tað er eitt gott bland. Kann skoyta uppí, at tað er besta bland, vit kunnu fáa á Ólavsøku, sigur Marjun í Kálvalíð.

Vit hava áður sæð, at prestar nýta ólavsøkuprædikuna, og serliga høvið, til at gera vart við ymiskt, sum liggur teirra hjarta nær. Tað

kann t.d. vera mál av guðfrøðiligum ella etiskum slag. Kunnu vit vænta, at tú kemr inn á okkurt, sum tú fegin vilt minna á, tá um slíkt umræður?

– Ikki annað enn tað eg áður havi nevnt, sum eg ofta brúki. Og tað ger einki, um vit fáa okkurt at hugsa um, hinvegin ella handa veg, tí tað er gott at verða mint um okkurt, ella at kunna hugsa annað enn tað vanliga.

Heldur tú tað er rætt, at prestar nýta slíkt høvi til at gera vart við ymisk evni, sum kanska eru av slíkum slag, at fólk taka sær nær, eru ósamd, ella fólk kanska fara í ymsar bólkar, heldur enn at savnast um boðskapin?

­ Vit hava talu- og prædikufrælsi, og sum áður nevnt, so ger tað einki, at vit verða provokerað eitt sindur viðhvørt. Men vit skulu als ikki ganga í bólkum, tvørturímóti! Vit eiga at savnast, ikki bara á Ólavsøku, men altíð! Tað er so gott at savnast um gleðiboðskapin, bæði til gamans og álvara, leggur Marjun í Kálvalíð dent á.

Nú er ólavsøkan í ár serstøk orsakað av koronasmittuni, men plagar tú annars at halda ólavsøku?

– Ja, eg havi ofta verið til kapp­ róðurin, haldi at tað er so spennandi. Síggi kappróður sum tjóðarítrótt

okkara, og gleðist um øll tey røsku menniskju, sum ár um ár menna og styrkja og fjálga um kappróðurin. Tað er so gott, og eisini ein sunnur og góður felagsskapur. Síðan eg gjørdist

prestur, er tað við skrúðgongu, guðs­ tænastu og prestafundi hjá biskupi og konu, sera hugnaligt og stuttligt, og ein avbera góður dagur við góðum fólki, sigur marjun í Kálvalíð.

 

 

 

MARJUN Í KÁLVALÍÐ

Fødd: 26.04.1960
Tá vit biða Marjuna lýsa seg sjálva, svarar hon soleiðis: Uppvaksin í Miðvági, har eg enn búgvi. Eri gift og eigi 4 børn, og eitt ommubarn.

Útbúgving: Eri upprunaliga útbúgvin sosialráðgevi, og fór í 2007 at lesa guðfrøði sum sjálvlestur. Varð liðug í desember 2012 og fekk embætið í Vágum/Norðstreymi 1.9.13 við bústaði í Vestmanna. Var í tí embætinum til 1.9.19, tá eg var sett í Vága prestagjaldi fulla tíð. Nú búgva vit aftur í Miðvági, og tað er ikki so galið

 

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Marjun í Kálvalíð. Marjun varð vígd prestur at vera í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Í september 2019 tók hon við embætinum í Vága prestagjaldi burturav, har hon, enn sum áður, røkir kallið saman við Ingu Poulsen Dam