Gott at arbeiða á Bakkafrost

Fyrr varð sagt, at tað luktaði av peningi í Fuglafirði. Tað er kortini ikki bert har at peningur er í fiskivinnuni. Á Bakkafrost á Glyvrum er nógv virksemi og nógv arbeiðsfólk Við eitt av skeriborðunum í stóru høllini stendur 18 ára gamla Margretha Jacobsen og sker henda dýrabara laksin.

Hetta arbeiðið dámar henni væl, men hon veit samstundis, at onnur halda at tað bæði er fantasileyst og óinteressant at arbeiða á slíkum virki.

Men tað heldur hon í øllum førum ikki, og tað halda tvær vinkonur og bygdagentur hennara ? systir hennara, Fríða og Gunrið Jacobsen ? heldur ikki.

- Ja, mong undrast á at vit, sum eru so ungar, yvirhøvur tíma at arbeiða í fiski. Men okkum trimum dámar hetta arbeiðið sera væl.

- Men tað eru kanska onnur, sum hava ilt við at skilja tað, siga tær tríggjar genturnar úr Fuglafirði við ein munn.

Saman við hinum starvsfólkunum kunnu tær fegnast um støðugt arbeiði ? og støðuga úrtøku!

Tær tríggjar fuglfjarðargenturnar hava valt at ganga ímóti streyminum, og kunnu enntá siga, at tær trívast í hesum arbeiðinum. Eisini hóast tær mugu koyra teir 19 kilometrarnar millum heim og arbeiðspláss teirra á Glyvrum.

Margretha sjálv byrjaði at arbeiða her á Bakkafrost eftir summarfrítíðina í fjør. Hósdagin í farnu viku, tá Sosialurin støkk inn á gólvið í framleiðsluhøllini, var hon millum tey 40 fólkini ið vóru á dagvaktini.

So nógv er at gera á virkinum, at arbeiðið er skipað í vaktir ? einari frá kl. 8 til 16 og einari frá kl. 16 til 24.

Lesið meiri um Bakkafrost og Runavík í serstaka eystanstevnublaðnum í Sosialinum í gjár.