- Uppskotið til tann nýggja skúlan er frálíkt. Nú vóni eg bara, at tað verður framt í verki, sigur Annbritt.
Hon hevur starvast her á Giljanesi í seks ár, og sum hon sigur: - Eg vil fegin arbeiða her framyvir, eisini tá tann nýggi skúlin kemur!
Ein slíkur nýggjur skúli fer at kosta nógvar tíggjutals milliónir. Og tí eru tað fleiri, sum halda at allar tríggjar kommunurnar í oynni áttu at staðið saman um henda skúlan.
Sambært uppskotinum verður talan um ein sera væl útgjørdan og snotuligan skúla, sum fer at hava alt tað, sum ein slíkur krevur nú og í framtíðini.
- Nýggi skúlin verður í veruleikanum meiri enn ein skúli. Hann verður næstan at meta sum eitt mentunarhús, slær Annbritt fast.
Fakhølir vanta
Skúlin á Giljanesi er meiri enn 45 ára gamal. Og í dag eru greið tekin um, at neyðugt er við dagføringum á skúlanum.
Á skúlanum vanta fleiri fakhøli, millum annað høli til lærugreinirnar náttúru og tøkni, lívfrøði og aðrar.
Annbritt vísir eisini á umstøðurnar í bókasavninum, sum eru alt annað enn góðar.
- Umstøðurnar her eru ekstremt vánaligar. Bókasavnið er bert 50 fermetrar og tað er alt, alt ov lítið, sigur hon.
Nógv flyting
Ein annar vansi í undirvísingini er, at teir smærru næmingarnir eru noyddir skifta skúla í so ofta.
Næmingarnir í 2. til 4. flokk í bygdarskúlanum í Miðvági hava fleiri lærugreinir har. Men tá teir hava serlærugreinarnar mugu teir flytast í skúlanum á Giljanesi.
Trupulleikin er bert tann, at hetta verður alt gjørt ein og sama skúladag. Tá hava teir bæði tónleik, køk og handarbeiði sama dag, heldur enn at hesar lærugreinarnar vórðu spjaddar yvir fleiri dagar.
- Hetta vil aftur siga, at tey mugu og skulu vera kreativ júst henda ávísa dagin!, slær Annbritt fast.
Lærararnir sjálvir eru haraftrat noyddir at koyra millum skúlarnar í Miðvági, Giljanesi og Sandavági – kanska upp í 12 ferðir um vikuna.
So her er skilligt, at bæði næmingar og lærarar munnu síggja fram til at fáa ein stóran og vælútgjørdan skúla einaferð í framtíðini.
- Men alt hetta tekur tó kortini einki frá tí, at skúlin á Giljanesi er eitt sera gott arbeiðspláss, sigur Annbritt Toftegaard.