Heðin á Lakjuni fegnaðist um, at hann og liðfelagarnir í KÍ veruliga fingu gongd á sítt spæl sunnudagin.
- Vit arbeiddu allir 100% gjøgnum dystin. Og tá tú veruliga fært sett teg á allar nærdystir, so kemur spælið eisinim ígongd. Hjá okkum ræður nú um at halda fast í hugburðinum til komandi uppgávurnar, heldur Heðin.
Sjálvur var kantspælarin í fjør darvaður av einum knæskaða, men avrikið í gjár bendi á, at hesin ikki argar longur.
- Eg haldi, at eg nú veruliga eri komin fyri meg. Í bakspeglinum kann kanska sigast, at eg treiskaðist ov nógv í fjør. Knæið fekk kanska ikki neyðugu pausuna, og í so máta er veturin komin sera væl við.










