Gotland vil hava Oyggjaleikirnar í 2017

Fleiri ferðir hevur verið tosað um, at Føroyar aftur skulu bjóða seg fram at hýsa Oyggjaleikunum, sum einaferð hava verið hildnir í Føroyum.

 

Ætlanir vóru frammi um at søkja at fáa leikirnar í 2015, men eingin føroysk umsókn fór til teir leikirnar, tí ov nógv ivamál vóru við karmunum til at kunna hýsa leikirnar.

 

Síðani hevur verið nevnt, at Føroyar kunnu søkja um leikirnar í 2017, og freistin at søkja hesar leikir er í september næsta ár.

 

Gotland hevur í dag boðað frá, at tey fara at søkja um vertsskapin fyri hesar leikir. Gotland var eisini við í kappingini um leikirnar í 2015, men tapti sera tepur til Jersey í atkvøðugreiðsluni. Tí hava gotlendingar beinanvegin tikið støðu til, at tey søkja aftur í 2017. Hetta er møguleiki eisini eitt stig at vísa øðrum oyggjum, sum kundu hugsa sær at søkja, at gotlendingar eru til reiðar og vilja hava leikirnar.