Gotland heimsins vakrasta oyggj

Svenska oyggin Gotland er tann vakrasta í heiminum. Tað halda í hvussu er tey, sum hava tikið lut í einari atkvøðugreiðslu, sum amerikanska rúmdarfyrititingin NASA og U.S. Geological Survey hava skipað fyri. Oyggjarnar skuldu dømast út frá myndum, sum fylgisveinar hava tikið.

Á myndini av Gotlandi er sjógvurin partvíst grønur av algum, og hjá NASA hildu tey, at myndin minnir um tann kenda málningin "Starry Night" hjá Vincent van Gogh.

120 ymisk pláss kring heimin vóru við í kappingini, sum NASA kallaði "Earth As Art".