Ågot við fullari last

- Vit hava verið burtur í ein mánaða, og veðrið hevur verið so einastandandi gott, sigur Símun í Vátutoft, sum er við Ågot.

 

Miðskeiðis í hesi vikuni fór frystilínuskipið Ågot at sigla heim við fullari last, umleið 155 tonsum av avhøvdaðari longu og brosmu.

 

- Vit settu fyrstu ferð um kvøldið 5. mars og hava fiskað í ein mánaða. Vit hava verið á Thomson Rygginum og Ymir Rygginum allan túrin.

 

Símun í Vátutoft, sum var so beinasamur at lata frætta frá sær, tá teir fóru at sigla, sigur, at veðrið hevur verið so einastandandi gott allan henda túrin.

 

- Ja, tað er sjáldan, at tú hevur fiskað undir Føroyum, at veðrið hevur verið so gott í so langa tíð, sigur hann.

 

Við Ågot henda túrin hava verið 11 mans, sum aftur vóru heima hjá sínum kæru í gjár. Gongst, sum ætlað, fer Ågot nýggjan túr mánadagin, 18. apríl.