Ågot á veg heim úr Grønlandi

- Vit eru nú farnir at sigla heim, og í gjár fóru vit í Kappan, sigur skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen.

Ågot, sum fór úr Føroyum til Grønlands hin 4. juni í ár, er nú á veg heim aftur. Í Grønlandi hevur skipið ligið inni í Umanak-fjørðinum og tikið ímóti og fryst svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum.

 

Skiparin, Hjaltur Poulsen, sigur við In.fo í dag, at skipið hevur riggað væl, meðan teir hava verið í Grønlandi, og teir hava hesar mánaðirnar keypt og fryst tilsamans 1200 tons av svartkalva.

 

- Vit eru nú farnir at sigla heim, og í gjár fóru vit um Kappan. Vit hava siglt 1000 fjórðingar og hava havt vindin undan allan vegin. Nú hava vit 900 fjórðingar eftir heim til Føroya.

 

Skiparin vísir á, at veðurmenninir lova vindin undan allan vegin. Vanligt plagar annars at vera, at tá farið verður at siga heim - ja, so er mótvindur. Teir kunnu tí ikki siga annað enn, at byrðurin higartil hevur verið góður.

 

Hjaltur Poulsen sigur, at gongur alt væl, verða teir í Føroyum helst 3. ella 4. desember, og tá hevur skipið verið burtur úr Føroyum í eitt hálvt ár.