Sunnudagin kl. 15.00 verður gospeltónleikakafè á Seglloftinum á Tvøroyri til frama fyri hjálpararbeiðið hjá ABC barnahjálp Sunnudagin kl. 15.00 verður gospeltónleikakafè á Seglloftinum á Tvøroyri, har Jens Knudsen, Gimme Andreasen, Randi Nolsøe, Pætur í Skemmuni, Rógvi Sivertsen, Mikkalina Tausen og Kristina á Váli fara at syngja
Tónleikafólkini eru ymsastaðni úr landinum og hava í eina tíð vant til júst hetta tiltakið. Hetta er fyrstu ferð, at tey fara at framføra sum ein bólkur.
Tiltakið er ókeypis, men fólk hava høvi at lata eina gávu til frama fyri arbeiðið hjá ABC barnahjálp. Peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið.









