Gospelkonsert í Løkshøll í kvøld

Sum siður er, verður gospelkonsert í Løkshøll á eystanstevnu.

Í ár verður konsertin í kvøld - hóskvøldið 13. juni - klokkan 20. Konsertin verður soleiðis startskotið til eystanstevnu, sum verður í vikuskiftinum.

Fýra ymiskar framførslur verða á gospelkonsetini. Sofus Hansen er kendur og garvaður country-og gospelsangari, men í hesum døgum er hann mest kendur frá síni luttøku í útvarpssendingini, Also.

Zamar hava nýliga givið út nýggja fløgu, og á gospelkonsertini fara tey eitt nú at framføra løg av fløguni.

Kristina Bærendsen er væl kend og hevur eisini nýliga givið út fløgu. Frálíka sangkvinnan úr Saltangará rakar altíð seymin á høvdið, og tí er hon við aftur á gospelkonsetnini í Løkshøll í ár.

Í fleiri ár hava lokalir landspolitikarar havt eina framførslu á konsertini, og í ár eru tað kommunupolitikarar í Runavíkar kommunu, sum sleppa framat.

Atgongumerki til gospelkonsertina klokkan 20 kunnu eisini keypast við dyrnar.