Í suðuramerikanska landinum Kolombia hava myndugleikarnir gjørt av at flyta 5.000 fólk burtur frá gosfjallinum Nevado del Riaz, sum er farið at goysa øsku og royk upp í luftina.
Myndugleikarnir siga, at teir hava valt at flyta fólkið burtur í góðari tíð fyri at forða fyri, at tað, sum hendi í 1985, skal endurtaka seg. Tá kravdi eitt gos har 25.000 mannalív, og meiri enn 5.000 fólk fingu skaða.
Nevado del Riaz, sum er knappar 5.400 metrar høgt, er einar 180 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin Bogota.