Gormur tikið franskan bát

Vaktarskipið Gorm hevur tikið ein franskan bát, ið fiskaði ólagiliga á føroyskum øki. Í gjár væntaðu teir at verða á Havnini við bátinum klokkan 20 í gjárkvøldið

Vaktarskipið Gormur var í gjár á veg inn við einum fronskum báti, ið hevði fiskað ólógligt á føroyskum øki.

Talan er um franska bátin Bruix, ið er til garnafiskiskap.

Bruix royndi á Uttara Bailey Banka.

Í gjár á miðdegi væntaði skiparin á Gormi, at teir komu á Havnina við Bruix klokkan 19:30 í gjárkvøldið og skuldi málið tá latast løgregluni.