Gormur heldur lítil

Skiparin á Gormi, Ellindur Abrahamsen, er glaður fyri, at hava fingið »nýtt vaktarskip«. Hóast tað er heldur lítið, vónar hann, at tað fer at roynast væl

? Eg eri glaður fyri, at vit umsíðir hava fingið eitt avloysaraskip. Hóast hetta kanska er heldur lítið, eiga vit at royna at klára okkum við tí, vit hava.

Ellindur Abrahamsen, skipari hjá Vaktar- & Bjargingartænastuni, vónar, at Gormur fer at roynast væl sum vaktar- og bjargingarskip. Hann vísir á, at í mun til Nim, sum V & B fyrr hevur brúkt til vaktarskip, eru bæði fyrimunir og vasar við hesum nýggja skipinum. Tó heldur hann fyrimunirnar vera fleiri í tali.


Betri útgjørt

Gormur er væl betri útgjørdur enn Nim. Hann hevur góða spæl útgerð og hartil hevur hann eisini bógskrúvu. Nim hevði hvørgan av hesum hentleikum.

Men Ellindur Abrahamsen vísir á, at fyrimunurin við Nim var, at hann var størri. Hann heldur tað nevniliga hava stóran týdning, at eitt vaktar- og bjargingarskip er nóg stórt, og tað heldur hann ikki Gorm vera.

Ellindur Abrahamsen var sjálvur við á túrinum til Føroya tíðliga í vikuni, og heldur hann, at skipið klárar seg væl í mun til støddina. Vanligt sjaskveður var á túrinum upp til Føroya, men hetta bilti als ikki hjá Gormi, ið vísir seg vera góðan at arbeiða við.


Skulu vera stór

? Eg haldi, at vaktar- og bjargingarskip eiga at vera stór, so til ber at arbeiða við teimum. Tí eri eg glaður fyri avgerðina um at byggja nýggja, stóra vaktarskipið.

Ellindur Abrahamsen vísir á, at slíkt skip ikki eigur at vera minni enn tað, sum nú verður bygt. Hann er als ikki samdur í sjónarmiðunum, ið hava verið frammi um, at besta loysnin hevði verið at bygt tvey skip á stødd við Tjaldrið í staðin fyri tað skipið, sum nú verður bygt.


Gera klárt

Tá Sosialurin gjáramorgunin vitjaði umborð á Gormi, varð arbeitt í fullari megi við at gera skipið klárt til fyrsta túrin í tænastu fyri Vaktar- & Bjargingartænastuna.

Heilt fitt av útgerð skal setast í skipið, og væntast kundi ikki, at skipið varð heilt klárt áðrenn tað í gjárkvøldið skuldi avstað. Men talan var um smávegis ábøtur og stillingar av tólum, ið ikki hava tað heilt stóra uppá seg.

Gormur var upprunaliga trolari, men er seinni umbygdur til skúlaskip í Grønlandi, og hevur hann eisini siglt við havbiologum.

Maskinorkan á Gormi er 825 hestar, og heldur skiparin hetta vera í so lítið. Bógskrúvan hevur eina megi á 250 hestakreftir, og heldur skiparin hetta vera ein góðan fyrimun.

Manningin á Gormi kemur at telja einar 10 til 11 mans. Vit ynskja teimum góða eydnu við skipinum.