Gorm og Fiskaklettur landaðu í Klaksvík

Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hevur landað nøkur skip hesa vikuna. Fyrst í vikuni landaðu fýra fullfermdir ísfiskatrolarar, og tvey línuskip hava eisini landað í Klaksvík Trolbátarnir Gorm og Fiskaklettur landaðu í Klaksvík í fríggjamorgunin. Teir høvdu ávikavist 11.700 og 8.000 pund av toski og hýsu.

Hósdagin landaði línubáturin Grani. Teir royndu á Íslandsrygginum, og veiðan vá sløk 40.000 pund, meginparturin toskur.

Línuskipið Kvikk landaði eisini mikudagin, og teir høvdu umleið 60.000 pund.

Mánadagin og týsdagin landaðu fýra ísfiskatrolarar í Klaksvík, sum allir vóru fullir undir lúkurnar. Fjalshamar og Nónhamar høvdu sløk 240.000 pund tilsamans, og Navarin og Borgarin høvdu sløk 300.000 pund tilsamans.

At kalla øll veiðan hjá ísfiskatrolarunum var upsi.