Gore mælir til orkukollvelting

Al Gore mælir amerikanarunum til at leggja størri dent á at brúka varandi orkukeldur

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore mælti í gjárkvøldið amerikanska fólkinum til ar fara undir tað, sum hann kallaði eina kollvelting á orkuøkinum.

Málið er sambært Al Gore, at um eini tíggju ár skal USA fáa alla sína orku frá varandi orkukeldum, og hann mælti amerikonsku myndugleikunum til at leggja størri dent á vindorku, sólorku og aðrar varandi orkukeldur.

Samstundus eggjaði hann amerikonsku bilverksmiðjunum til at gera fleiri bilar, sum brúka elorku.