Tað hevur gingið væl hjá útróðrarbátinum, Gordrúgvanum, sum er heimahoyrandi á Oyri. Bæði í fjør og fyrraárið fiskaðu teir fyri 4,1 miljónir krónur hvørt árið.
Tað er Sámal Debes, sum eigur og rekur bátin. Tá In.fo fyri løtu síðan hitti útróðrarmannin í telefonini, lógu teir júst og drógu norðanfyri. Slagið, teir fáa, er serliga toskur, góður og feitur fiskur.
- Vit avreiddu fyrstu ferð í ár í morgun. Tá høvdu vit 9.000 pund á 42 stapum, sum er rímiliga góður fiskuskapur.
Sámal Debes sigur, at tað er fiskur at fáa, tá roynandi er, men soleiðis, sum veðrið hevur háttað sær í longri tíð, eru dagarnir ógvuliga fáir.
- Hetta var okkara fyrsti útróðrardagur í ár, og nú draga vit fyri aðru ferð í hesum árinum, sum tó enn er ungt.
Hann sigur, at teir eru tveir mans á bátinum, og ein maður skipar fyri í skúrinum á Oyrarbakka, har línan verður rikin um.
- Vit hava einar 6-8 mans í skúrinum, og hetta eru bæði tilkomnir, miðalaldrandi og ungir menn, og teir eru óførir at rekja.
Sámal Debes sigur, at tey 9.000 pundini, sum teir seldu í morgun, góvu umleið 90.000 krónur.
- Jú, hetta er góður prísur í mun til, hvat prísurin annars er. Men, eg haldi ikki, at einar 20 krónur fyri kilo er so ógvuliga nógv fyri daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk, sigur útróðrarmaðurin.
Gordrúgvin fiskar í bólki 5A, sum eru fullriknir útróðrarbátar undir 15 tons.