Uppflytararnir úr Sunderland hava ligið fram við leingi, og nú er líkt til, at stríðið hjá teimum hevur givið úrslit. Sum skilst á enskum miðlum, so hevur Gordon gjøgnumgingið ta obligatorisku læknaroyndina og fingið síni persónliga viðurskifti upp á pláss, og hann skiftir væntandi endaligt seinni í dag. Sunderland skal eftir øllum at døma gjalda góðar 100 mió. kr. fyri málmannin, sum sostatt er dýrasti málmaður í bretskari fótbóltssøgu.