Fyrrverandi skotski bakkurin hjá Leeds og Manchester United, Gordon McQueen er deyður 70 ára gamal.
Gordon McQueen byrjaði sína tilveru sum yrkisleikari í skotska felagnum, St. Mirren.
Millum 1972 og 1978 spældi hann við Leeds United, har hann vann enska meistaraheitið í 1974.
Millum 1978 og 1985 spældi hann við Manchester United, har hann vann FA steypakappingina í 1983.
Millum 1974 og 1981 spældi Gordon McQueen 30 landsdystir fyri Skotland.
Gordon McQueen var eitt stutt skiftið høvuðsvenjari hjá skotska liðnum, Airdrieonians.
Hann royndi seg eisini sum viðmerkjari hjá SkySports og MU TV, rásini hjá Manchester United.