Um ikki Bretland verður munandi umskipað, kann landið skjótt gerast ein miseydnaður statur, tí nógv fólk hava mist trúnna upp á tann mátan, landið verður stýrt, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin Goron Brown.
Fyrrerandi Labour-forsætisráðharrin sigur, at nógvir bretar kenna seg ikki sæddar í mun til tey vælbjargaðu í London.
– Eg haldi, at tíðin er komin til at velja millum eitt umskipað samfelag ella eim miseydnaðan stat, skrivar Gordon Brown í Daily Telegraph.
– Tað er júst í Skotlandi, at ónøgdin er so stór, at hon hóttir við at breiða seg ímóti eini upploysn av Bretlandi, leggur hann dent á.
– »Hvør í London hevði sæð tað?«, er vanliga viðmerkingin í fólkinum. Hon vísir ørkymlanina í útjaðaranum, har tey kenna seg sum gloymdar menn og kvinnur, sum nærmast eru ósjónlig fyri stjórnini í Whitehall, skrivar Brown.
Hann var forsætisráðharri fyri Labour frá 2007 til 2010.
Tann fimm ára langa brexit-kreppan eins og covid-19 farsóttin hevur gjørt nógv av bondunum veikari, sum knýta Onglandi, Skotland, Wales og Norðurírland saman.
Gordon Brown sigur, at konservativa stjórnin eigur at broyta allan tann mátan, sum landið verður stýrt uppá.
– Farsóttin, hóttandi nationalisma og ótryggleiki um framtíðina eftir brexit merkir, at stjórnin skjótt má endurfinna tað, sum heldur okkum saman, og tað, sum rekur okkum sundur, skrivar Brown.
Fyrstaráðfrú í Skotlandi, Nicola Sturgeon, endurtók um vikuskiftið, at tað er hennara ætlan at fáa í lag eina fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi, sjálvt um Boris Johnson er ímóti hesum.
Ein nýggj veljarakanning vísir, at meiriluti er fyri skotskari loysing.
Nicola Sturgeon sigur, at um flokkur hennara, Skotski Tjóðskaparflokkurn, fær góðan stuðul á tjóðartingsvalinum í Skotlandi í mai, so ætlar hon at skipa fyri eini nýggjari fólkaatkvøðu.
– Eg ynski mær eina lógliga fólkaatkvøðu. Tað er tað, eg fari at royna at fáa loyvi til hjá skotska fólkinum í mai, og um tey geva mær hetta loyvi, so er tað tað, sum seg ætli mær at gera, sigur hon við BBC.
Fólkaatkvøða var í Skotlandi í 2014 um loysing. Tá søgdu 55 prosent ja til at vera verandi í bretska samveldinum.
Men Sturgeon heldur, at støðan í dag er munandi øðrvísi. Tá var mett, at Bretland framhaldandi fór at vera partur av ES.
Men tað var skjótt broytt, tí ein bretsk fólkaatkvøða í 2016 endaði við, at Bretland fór úr ES.
/ritzau/Reuters