Gordhan er indari, hann var borin í heim í Shirkarpur í landslutinum Sindh, núverandi Pakistan, tann 3. februar 1934. Í 1947 flutti familjan frá Shirkarpur til Karachi og seinni til Bombay.
Frá 1952 til 1958 tók Gordhan læknaútbúgving á vælumtókta skúlanum Grant Medical Collage í Bombay.
Eftir at hava arbeitt í umleið eitt ár á sjúkrahúsi í Bombay, lá leiðin í 1959 til London, har hann fekk starv á skaðastovuni á Tilbury sjúkrahúsi.
Aftaná nøkur ár á ymiskum sjúkrahúsum í London, bar Gordhan eyga við eitt starv í Føroyum í einum læknatíðarriti. Ein umsókn varð beinanvegin send, og fáar dagar seinni kom eitt telegram aftur, har sagt varð at hann hevði fingið starvið.
Í 1964 fór Gordhan, uttan at vita stórvegis um Føroyar, við flogfari úr London til Glasgow og so víðari til Vágar. Hann byrjaði á sjúkrahúsinum í Havn, og var har til 1967.
Í hesum tíðarskeiði hitti hann Guðrun Simonsen av Høgabóli í Saltangará, sum starvaðist á sjúkrahúsinum. Eftir at tey vórðu gift, fluttu tey 9. juli 1967 til Rønne á Bornholm, har Gordhan hevði fingið starv sum skurðlækni.
Í 1969 gjørdist hann serlækni innan skurðviðgerð, og aftaná at hava arbeitt í nøkur ár á sjúkrahúsi í Aarhus og Holstebro, gjørdist hann í 1971 serlækni innan orthopædi.
Í september 1971 byrjaði Gordhan sum lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og røkti hann hetta starv til 1995. Saman við sjúkrahúsleiðsluni og politisku myndugleikunum í Norðoyggjum var hann í hesum tíðarskeiði við til støðugt at menna sjúkrahúsið í Klaksvík.
Guðrun og Gordhan eiga fimm børn: Kala, John, Sita, Laila og Gordon, umframt ommu- og abbabørn.
Seinastu árini hava Gordhan og Guðrun búð á Høgabóli í Saltangará.
-red










