Gorbatjov varð heiðraður

Fyrrverandi sovjetski forsetin Mikhail Gorbatjov hevur fingið ársins umhvørvisheiðursløn frá týska felagsskapinum Euronatur.

Í grundgevingini sigur felagsskapurin, at sum forseti legði Gorbatjov stóran dent á umhvørvispolitikkin í Sovjetsamveldinum. Eitt nú gav hann boð um at steingja 1300 fyritøkur, tí tær dálkaðu ov illa, samstundis sum hann legði dent á týdningin at finna varandi orkukeldur.

Tað var stjórnarleiðarin í landspartinum Baden-Wurttenberg, Lothar Spaeth, sum handaði Gorbatjov heiðurslønina hósdagin.