Gorbatjov biður Putin gevast

Mikhail Gorbatjov, sum var tann seinasti forsetin í tí gamla Sovjetsamveldinum, vil hava Vladimir Putin at gevast við royndunum at gerast russiskur forseti eina ferð afturat.

-Eg mæli Vladimir Putin til at gevast nú. Hann hevur røkt leiðandi politisk embæti í trý valskeið, tvey sum forseti og eitt sum forsætisráðharri. Trý valskeið er nóg mikið, sigur Gorbatjov.

Støðugt fleiri russar mótmæla Putin og tí almenna úrslitinum av tjóðartingsvalinum herfyri, tí teir leggja myndugleikarnar undir valsvik. Í gjár tóku umleið 120.000 fólk lut í mótmælistiltøkum.