Internetgrundaða leitimaskinan Google hevur meira enn tvífaldað marknaðarvirði sítt eftir bert tveimum mánaðaum á partabrævamarknaðinum. Soleiðis er virðið hjá Google nú við at røkka teimum 300 mia. krónunum.
Tá amerikanska fyritøkan fór á partabrævamarkn-aðin, skuldu partaeigarar gjalda 85 dollarar fyri hvørt partabrævið. Google endaði mánakvøldið á parta-brævamarknaðinum í New York við at kosta 187,4 dollarar fyri hvørt parta-brævið. Hetta er ein hækk-ing á 120 prosent.
Við einum marknaðar-virði á 51,4 mia. dollarar, sum svarar til 299 mia.kr., er Google heilar 107 mia. kr. meira verd enn størsta fyritøka í Danmark, A.P. Møller-Mærsk.
Kelda: www.sparikassin.fo