Google Street View loksins komið til Føroya

Í summar hevur Durita Andreassen frá Visit Faroe Islands arbeitt við sínari egnu útgávu av Google Street View, har seyðir við myndatólum vórðu nýttir til at taka myndir í føroysku náttúruni. Eftir at Google hevur fingið áheitanir frá fólkum kring allan heim um at gera Google Street View í Føroyum, er Google nú loksins her fyri at hjálpa Duritu við at kortleggja Føroyar.

 

Hóast Google Street View hevur verið í flestu londum í heiminum, eru tey ongantíð komin til Føroyar. Durita valdi tí at taka sakina í egnar hendur og hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at kortleggja Føroyar við seyðum, sum við myndatólum á rygginum hava gingið í fjøllunum og tikið myndir.

 

Verkætlanin, sum er eitt samstarv millum Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, fekk heitið SheepView360. Eftir stutta tíð fór verkætlanin víða um á sosialu miðlunum um allan heim. Síðani hava fleiri hundrað túsund fólk heitt á Google um at kortleggja Føroyar á Google Street View. Google tók áheitanirnar til sín og er nú í Føroyum við einum endamáli: at hjálpa Føroyum við okkara egnu útgávu av Google Street View.

 

Google, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways hava gjørt av at gera eina serliga útgávu av Street View. Hugskotið er, at seyðir, føroyingar og ferðafólk fáa høvi at leggja myndir út á Google Street View við einum Google myndatóli. Google stuðlar verkætlanini við myndatólum, servitan og einum Google Trekker. Trekkarin verður settur á ein bil, sum fer at koyra á almennum vegum kring landið og kortleggja Føroyar.

 

- Tá vit byrjaðu verkætlanina, vildu vit fegin deila okkara flottu og fjarskotnu oyggjar við umheimin, og við øll tey fólk, sum ikki hava møguleika at ferðast allan vegin til Føroyar. Vit vistu, at hetta kundi gerast gjøgnum Google Street View. Meðan verkætlanin koyrdi, blivu vit so góð við okkara egnu útgávu av Street View, og tí eru vit sera fegin um, at Google vil hjálpa okkum víðari við okkara verkætlan, sigur Durita Andreassen, SheepView360 verkætlanarleiðari hjá Visit Faroe Islands.

 

Nú er tað upp til Føroya fólk og ferðafólk, sum vitja í Føroyum, at gera eina serliga føroyska útgávu av Street View. Hetta verður gjørt við at nýta seyðir, súkklur, ryggsekkir, bilar, kajakkir, bátar, tyrlur og enntá kavaraútgerð. Øll kunnu læna eitt Google myndatól frá Visit Faroe Islands skrivstovuni í Tórshavn ella frá Atlantic Airways á flogvøllinum.

 

Google Maps Program Manager, David Castro, sum umboðar Google Street View í Føroyum, sigur, at Google legði beinanvegin merki til StreetView360 átakið gjøgnum umrøðu í altjóða miðlum, og Google ivaðist ikki í at koma til Føroyar við Street View. Seinastu vikurnar hava umleið 30 fólk hjá Google verið partur av arbeiðinum at fáa Google Street View til Føroyar.

 

- Vit eru sera fegin um royndirnar hjá Visit Faroe Islands, Atlantic Airways og ikki minst djørvu seyðunum at fáa Google Street View til Føroyar. Hetta er eitt frálíkt dømi um, hvussu ein og hvør kann skapa og leggja sína egnu útgávu av Street View út. Vit vóna, at hetta fer at eggja øðrum kring heimin at leggja sínar egnu myndir út á Street View kortið, sigur David.

 

SheepView360 verður mett at higartil hava havt eitt PR-virði á yvir 200 milliónir krónur, og kann tí roknast sum nógv tað størsta PR átak nakrantíð í Føroyum. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, fegnast um verkætlanina.

 

- Ein fortreyt fyri at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkland er at vit finnast á heimskortinum og tað hevur hendan verkætlan, meira enn nakað, hjálpt okkum við á ein sera príseffektivan hátt, sigur Guðrið.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur:

- SheepView átakið setur sjóneykuna á Føroyar sum ferðamál og hevur longu skapt sera jalig afturljóð uttanlands. Vit vænta, at hetta fer at hava eina góða ávirkan á ferðavinnuna.

 

Myndatøkur á almennum vegum, sum Google, Visit Faroe Islands og Landsverk standa fyri, byrja í komandi viku, frá 7. september og fram til síðst í oktober 2016. Á várið 2017 verða myndir tiknar á nøkrum fáum gongurutum í fjøllunum. Vilt tú vita meira um verkætlanina, kanst tú vitja visitfaroeislands.com/sheepview360/ og google.com/streetview.