Telduskipanir hjá Google skanna teldupostsamskiftið, sum fer fram umvegis Gmail posttænastuna fyri at finna fram til, hvørjar vørur og tænastur tú møguliga hevur brúk fyri. Hetta verður gjørt við leita eftir lyklaorðum, sum kunnu siga eitthvørt um tíni áhugamál.
Samskiftir tú við onkran um at ferðast, kanst tú uppliva at fáa teldupostar við góðum tilboðum um feriur. Hetta er ein tænasta, sum fyritøkur njóta gott av, og sum Google forvinnur nógvar pengar uppá.
Blaðið Politiken skrivar, at Google í fjør forvann 275 milliardir krónur, og av teimum vóru 95 prosent frá inntøkunum frá lýsingum.
Men fleiri brúkarafelagsskapir halda, at Google fer ov langt við at skanna privat teldupostsamskifti hjá fólki fyri at finna fram til lýsingamøguleikar, og nú hevur ein dómari í USA givið loyvi til, at ein bólkur av Gmail-brúkarum kann føra rættarmál ímóti Google vegna allar teir 425 milliónir brúkararnar av Gmail.
Google verjir seg við, at eingi fólk lesa nakað av innihaldinum í Gmail-teldupostunum, og at skanningin er ein tænasta til brúkararnar, so teir kunnu fáa útvald og viðkomandi tilboð og ikki eina langa røð av óneyðugum spam-teldupostum.










