Gongutúrur til fjals

Vanligt er, at ein slík bygdastevna gongur fyri seg niðri í sjálvari vertsbygdini.

Her á Sundalagsstevnuni verður kortini øðrvísi: Eitt av tiltøkunum gongur nevniliga fyri seg í fleiri hundrað metrar hædd. Kl. 13:30 sunnudagin verður boðið til ein gongutúr niðan á Sneisina, har ein staðkendur ferðaleiðari verður við. Neyðugt er ikki at tekna seg frammanundan.