Gongutúrur til Fámjins eftir varðagøtunum leygardagin

Tíðindaskriv

Fólkaheilsuverkætlanin í Vági byrjaði fyri einum mánaði síðani. Hvørt ónskvøld eru fólk møtt upp at ganga/súkkla ella renna ein túr í heimligum umhvørvi. Undurtøkan má sigast at hava verðið framúr góð. Talið á teimum luttakandi hevur verðið úr 30 til eini 60 og allir aldursbólkar hava verið umboðaðir. Tað sum helst er ørðvísi við hesi fólkaheilsuverkætlanini er at áðrenn hvønn túr ónskvøld fáa fólk eitt gott orð við á vegnum frá onkrum innan heilsuverki. Hetta er ikki árligt tiltak, men fólkaheilsuverkætlanin varir í 13 vikur (til miðjan desember). Hvønn leygardag er ætlanin at sigla og rógva við Grindabátunum. Tann fyrsta leygardagin í røðini vóru allir Grindabátarnir flotaðir í sambandi við Johannestevnuna. Tá fólk eru liðug við fletting, blóðmørar og sperlar verða bátarnir væntandi aftur flotaðir leygardag.
Nú er tíðin komin til at ganga eftir varðagøtunum av Ryskivatni til Fámjins. Leygarmorgunin kl. 10:00 fer bussur av Kunningarstovuni í Vági (Gamli skúli) niðan til Ryskivatn. Gingið verður eftir varðagøtuni til Fámjins. Túrurin er serstakur, á túrinum er framúrskarandi útsýni vestantil á Suðuroynni, vónandi er klárt í veðrinum leygardagin. Túrurin verður roknaður sum miðal at ganga og tekur uml. hálvan annan tíma.
Tá túrurin er liðugur stendur bussur fyri gongufólkunum í Fámjin og koyrir tey til Vágs. Steðga verður á Hotel Bakkanum har tey sum vilja kunnu keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.