Um viðrar skipar Norðoya Kunningarstova fyri gongutúri av Hálsinum og oman í Føgrulíð
Farið verður av Hálsinum klokkan 14 og gingið verður oman á háskúlatoftirnar í Føgrulíð.
Jógvan Ravnsfjall frá Norðoya Fornminnissavnið verður frásøgumaður. Gingið verður aftur til Klaksvíkar runt Klakkin. Fólk verða biðin um at hava etandi og drekkandi við sjálvi. Kostnaðurin er 30 krónur fyri hvønn.