Gongutúrar gera gott

At tað er gott fyri hjartað og likamið sum heild at ganga nógv, munnu tey flestu vita, men nú siga amerikanskir granskarar, at hjá fólki, sum eru farin um tey sjeyti, kunnu gongutúrar hjálpa til at halda heilan kláran, eins og túrarnir kunnu forða fyri, at fólk fáa Alzheimers.

Granskararnir hava kannað 2257 menn í aldrinum frá 71 til 93 ár, og kanningarnar vístu, at menn, sum ikki ganga meiri enn einar 400 metrar um dagin, eru í nógv størri vanda fyri at fáa Alzheimers enn teir, sum ganga tríggjar kilometrar um dagin. Granskararnir hava eisini kannað meiri enn 16.400 kvinnur ímillum 70 og 81 ár, og har vísti tað seg, at tær, sum vóru úti og spákaðu hálvan annan tíma um vikuna, vóru nógv betri fyri enn tær, sum gingu minni.

Ein av granskarunum, Jennifer Weuve, sigur við tíðindastovuna AP, at úrslitið kom rættiliga óvart á granskararnar, tí teir høvdu ikki væntað, at gongutúrar hava so nógvar sálarligar fyrimunir við sær.