Á veg til hús aftur eftir Ódnartakið í Runavík fekk Gongurálvur hjá Havnar Róðrarfelag skaða
Annað umfar í heystkappingini í Ódnartøkum var í Runavík í gjár. Líkindini at rógva vóru sum altíð góð í havnini í Runavík. Í alt vóru 18 róðrar avgreiddir, og tók tað um hálvan annan tíma.
Bátsmanningarnar hava nú vant seg við, at róðrinir ganga skjótt fyri seg, so undirhaldsvirði hjá ákoðarunum er hægri enn til vanligu róðrarnar. Tórbjørn Jacobsen og Ludvík við Stein søgdu frá róðrunum og hetta setti dám á. Bátsmanningar úr nærum øllum landinum luttóku.
Vindur darvaði hinvegin flutningin av bátunum til og úr Runavík, og fekk Gongurálvur hjá Havnar Róðrarfelag skaða á veg til húsa. Feløgini mugu tí royna, at betra um háttin bátarnir verða fluttir uppá, soleiðis at hetta ikki darvar róðrunum, bæði um summarið eins og um várið og heystið.
Ódnartøkini verða róð í trimum umførum. Seinasta umfarið verður í Havn um tvær vikur, leygardagin 26 september.
Nógvir róðrar í Runavík vóru sera javnir og spennandi.
í barnaróðrinum róðu gentur og dreingir samstundis. Havfrúgvin úr Vetsmanna við dreingjum vann tvey tey fyrstu umførini, meðan genturnar umborð á Beintu úr Miðvági vunnu seinasta róðurin. Støðan eftir róðrarnar í dag er henda:
Støðan barnaróður dreingir
1.Havfrúgvin dreingir 14 stig
2. Ørnin dreingir 6 stig
Støðan barnaróður gentur
1. Beinta gentur 14 stig
2. Báran gentu 6 stig
Hjá seksmannaførunum við monnum stóð Rádni seg best í dag og vann øll trý umførini. Páll Fangi og manningin á Jarnbardi skifust um annað plássi. Úrsliti fyri dagin er, at Rádni vann og fekk 7 stig, nummar tvey gjørdist Páll Fangi sum fekk 6 stig, meðan jarnbardur gjørdist nummar trý og fekk fimm stig.
Støðan 6-mannafør við monnum:
1. Rádni 14 stig
2. Páll Fangi 12 stig
3. Jarnbardur 10 stig
4. Gongurolvur 8 stig
5. Herningur 1 stig
5.Riddarin 1 stig
Teistin vann allar róðrarnar hjá fimmannaførum við kvinnum. Á øðrum plássi kom Drekin meðan genurnar á Sílinum, sum róðu saman við kvinnunum, gjørdist nummar trý. Róðurin hjá Sílinum telur við í aldursbólkinum hjá gentum.
Støðan hjá 5-mannaførum við kvinnum:
1. Drekin 13 stig
2. Testin 7 stig
3. Ørnin 6 stig
Støðan hjá 5-mannaførum við gentum:
1. Sílid 14 stig
2. Blikur 6 stig
Frúgvin vann allar róðrarnar hjá dreingjunum. Í fyrsta umfarinum í Miðági var sera javn millum bátarnar, men í gjár var eingin ivi hóast munurin var lítil. Nummar trý gjørdist Blikur.
Støðan hjá 5-mannaførum við dreingjum:
1. Frúgvin 14 stig
2.Tjaldur 13 stig
3. Blikur 5 stig
4. Beinta 5 stig
Hjá 6-mannaførum við kvinnum luttók Rádni úr Fuglafirði fyri fyrstu ferð í heyst kappinigni í ár. Tær gjørdu bart og vunnu allar tríggjar róðrarnar. Sølmundur á heimasjógvi gjørdist nummar tvey, meðan Skúgvur úr Vágunum gjørdist nummar trý. Sølmundur og Skúgvur luttóku eisini í fyrsta umfarinum í Miðvági og føra tí í samlaðu kappingini.
Støðan hjá 6-mannaførum við kvinnum:
1. Sølmundur 13
2. Skúgvur 11
3. Rádni 7
Áttamannafars róðurin var sera javnur og kláraðu sjónbandaupptøkurnar við neyð og deyð at vísa munin millum bátarnar. Tað vísti seg tó, at Argjabáturin hvørja ferð dróg longsta stráðið og vann allar tríggjar róðrarnar. Miðvingur gjørdist nummar tvey tveir róðrar og Knørrur nummar trý, meðan Miðvingur og Knørrur máttu deilast um annað plássið í seinasta róðrinum. Alt í alt sera spennadi róðrar.
Støðan hjá 8-mannaførum við monnum:
1. Argjabáturin 14
2. Miðvingur 12
3. Knørrur 5