Gongur væl við Havnará

Hóast avbjóðingar hava verið við veðrinum, so verður arbeiðið liðugt til ólavsøku

 

Tað sigur Hilbert Elisson hjá J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum við Havnará.

Nú eru tey í ferð við at leggja flísar á ánna, og er tað Grótvirkið í Skopun, sum hevur skorið flísarnar úr føroyskum gróti.

– Talan er um fleiri enn túsund fermetrar av flísum, sum skulu leggjast á, og her hevur veðrið argað okkum, tí tað ber ikki til at líma flísar, um tað er ov kalt, sigur Hilbert Elisson.

Sjálva áin er stoypt liðug, og pumpuverkið og alt, ið hartil hoyrir er eisini liðugt. 

Síðst í mai er ætlanin at royndarkoyra pumpuskipanina.

Sjálvt pumpurúmið sæst ikki, tí tað er undir jørð undir liðini av standmyndini av Rasmus Effersøe.

Vatnið í ánni verður pumpað niðanaftur, so tað verður brúkt umaftur. Men gjørd eisini eisini ein íbinding í høvuðsvatnleiðingina, so lætt er at fylla vatn í, um tørvur er á tí.

Umframt arbeiðið, sum J&K Petersen stendur fyri, so hevur listamaðurin Brandur Patursson fingið uppgávuna at listprýða ánna við gróti, glasi, ljósi og litum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##