Gongur væl í Hvannasunds kommunu

Katrin Næs, ættað úr Havn og gift til Hvannasunds, er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

Katrin Næs, sum er ættað úr Havn og gift til Hvannasunds, er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Kommunan fevnir um fimm lutfalsliga smáar bygdir, Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múla.

 

Katrin er hálvtíðarløntur borgarstjóri og undirvísir annars nakrar tímar um vikuna í føroyskum í skúlanum á Kambsdali.

 

Umleið 400 fólk búgva í Hvannasunds kommunu, harav Hvannasund er nakað størri í fólkatali enn Norðdepli. Á Norðtoftum, har Bakkafrost hevur stóra smoltstøð, býr ein familja, men í Múla er einki fastbúgvandi fólk. Í Múla eru tó summarhús, og av og á býr fólk í hesum húsum.

 

Umframt at hava smoltstøð á Norðtoftum, hevur Bakkafrost eisini sjógvaling bæði norðanfyri og sunnanfyri byrgingina um Hvannasund, sum knýtir bygdirnar saman.

 

- Her er nógv virksemi í kommununi, tó at fiskavirkið, sum í nógv ár hevur verið í Norðdepli, er latið aftur. Í sínari tíð var nógvur útróður í økinum, og nógv lív var í við bryggjuna og í egningarskúrunum. Fólkið livir ikki av útróðri og egning longur, tó at onkur einstakur enn er eftir í hesi vinnu.

 

Katrin Næs vísir á, at við tað, at nógv smolt-og alivirksemi er í økinum, gevur hetta eisini kommununi nakrar inntøkur, bæði við partafelags-og lønarskatti.

 

- Vit hava eisini nøkur sjófólk, sum sigla við føroyskum og útlendskum skipum, og fólk búgva í kommununi, sum arbeiða innan eitt nú barnagarðs-, eldra-og skúlaøkið.

 

Eins og aðrar kommunur í Norðoyggjum, er Hvannasunds kommuna eisini partur av eldrasamstarvinum í økinum og skúlabørnini, sum ganga í barnaskúla á Fossanesi, halda fram í Skúlatrøðni í Klaksvík, tá tann tíðin kemur.

 

- Tað er longu nógv ár síðan, at vit her í økinum løgdu smáu barnaskúlarnar í Hvannasundi og Norðdepli saman við byggingini av skúlanum á Fossanesi.

 

Barnahúsið Imba er dagstovnurin í Hvannasunds kommunu, sum liggur beint heimanfyri skúlan á Fossanesi. Við tað, at dagstovnurin liggur so tætt uppat skúlanum, eru øll børn - heilt úr vøggustovu og upp í 7. flokk - savnaði um somu leiðir.

 

Katrin Næs sigur, at inntøkurnar hjá Hvannasunds kommunu hava verið rímiliga góðar higartil í ár og liggja nakað omanfyri mettu inntøkurnar í fíggjarætlanini.

 

- Nú maskinur eru í økinum í samband við tunnilsbygging, hava vit eisini valt at breiðka onkrar vegastubbar. Betringar verða eisini gjørdar á ferjuleguna hjá Rituni, eins og bøtt verður um atløgubryggjuna norðanfyri byrgingina í Hvannasundi, haðani eitt nú alibátar og hummarabátar arbeiða, sigur borgarstjórin.