Gongur væl at spreingja og koyra

Um alt gongur væl, fer tað at taka einar seks arbeiðsdagar aftrat at spreingja restina av goymslutunlunum.

Eftir at hava ligið stilt um høgtíðina varð tunnilsarbeiðið tikið uppaftur mánadagin 4. januar. Arbeiðið gongur væl og eftir ætlanini.

 

- Leygardagin 9. januar vóru 220 metrar sprongdir út av tí ytru goymsluhøllini, høll c, og 214 metrar av tí innaru goymsluhøllini, høll D.

 

Havsbrún veit at siga, at tilsamans eru nú koyrdir 94.137 rúmmetrar av gróti úr tunlunum. Hetta er knappliga 80 prosent av tí samlaðu nøgdini, sum fer at koma úr fjallinum.

 

Á Havsbrún vænta tey, at um alt gongur væl, fer tað at taka einar seks arbeiðsdagar aftrat at spreingja restina av goymslutunlunum.

 

- Tá hesin parturin av arbeiðnum er liðugur, verður farið í holt við tann heimara atkomu tunnulin, leggja tey á Havsbrún aftrat.