Arbeiðið at spreingja nýggju goymslutunlarnar í Fuglafirði gongur væl. Mikumorgunin í vikuni var støðan við arbeiðnum tann, at komið er 51 metrar heimeftir í tí uttaru høllini - og 41 metrar heimeftir í tí innaru høllini í fjallinum.
- Vanliga verða 5 metrar av tunli skotnir í senn. Hvørt hallarprofilið er 119 fermetrar til víddar. Tað merkir, at hvørja ferð, skotið verður í hallunum, verður ein nøgd á 595 rúmmetrar í føstum máti skotin sundur í smátt.
Lagt verður aftrat, at tá grót verður skotið sundur í rúgvu, fyllir tað munandi meir enn, tá tað er fast í fjallinum.
- Øll henda grótrúgva verður so grivin upp í stórar lastbilar sum taka upp í 18 rúmmetrar hvør, og síðan verður rúgvan koyrd út á fyribilsgoymsluna.
Havsbrún veit at siga, at í løtuni verða fýra stórir bilar brúktir til koyring av gróti, og teir koyra umleið 20 túrar hvør fyri hvørt skotið, sum verður latið av. Vanliga verður skotið tvær ferðir um dagin.










