Hesaferð vantaðu bara 556 roknskapir at koma inn til Skráseting Føroya, tá freistin at lata roknsapir inn var úti týskvøldið.
Tað er eitt lítið tal samaborið við onnur ár, tá heilt upp í 1.500 partafeløg og smápartafeløg hava verið ov sein at lata inn roknsapin.
Skráseting Føroya hevur hert treytirnar munandi, og eru tey ivaleys í, at tað er orsøkin. Tað eru 2.704 feløg, sum eiga at lata inn roknskapin fyri 1. juli. Um felag ikki letur inn roknskap, so verður rykkjari sendur – og hann er longu sendur. Síðani fáa feløgini fýra vikur at fáa roknskapin inn. Og kemur hann ikki inn, so verður felagið uttan aðara ávaring sent í Skiftirættin til avtøku.
So tey feløg, ið ikki lata við seg koma, verða send í Skiftirættin á ólavsøku.