Gongur væl við nýggju brúnni um Dalá

Landsverk er komið væl áleiðis við arbeiðinum at gera nýggja vegabrúgv um Dalá á Oyrareingjum Í síðstu viku vórðu betongbjálkar lagdir í nýggju brúnna. Bjálkarnir, sum eru sjey í tali, eru 21 metrar langir, ein metur høgir og 40 cm breiðir. Teir viga umleið 21 tons.

Av trygdarávum varð ferðslan á landsvegnum við vegamótið til Oyrareingir steðgað, hvørja ferð ein bjálki var tikin av blokkvogninum.

Landsverk sigur á heimasíðuni, at nú verður farið undir at stoypa dekkið, og gongur sum ætlað verður brúgvin liðug síðst í næsta mánað.