Gongur væl hjá Torginum

Handilsmiðstøðin Torgið í Vági kostaði einar 11 miljónir krónur at byggja og við innbúgvi og vørugoymslu liggur samlaða verkætlanin um slakar 15 miljónir krónur. Hóast tey lótu upp beint undan fíggjakreppuni á heysti í 2008, hevur tað gingið óføra væl – ja, yvir allar forvæntningar.

Tað sigur Arni Brattaberg, sum saman við konu síni, Rakul, rekur handilsvirksemið í Vági. Hann vísir á, at sølan í dag er tvífalt so stór sum hon, ið sett varð út í kortið í rakstrarætlanini.

- Vit hava tó havt nógvar eykaútreiðslur av rentuni. Tá skjøtil varð settur á verkætlanina, var rentan lán. Rentan var ikki føst, og tí gjørdust lánini dýrari undir fíggjarkreppuni, leggur hann aftrat.

Arni Brattaberg vísir á, at matvøruhandilin er hin berandi handilin í Torginum, men hinir tríggir handlarnir eru gott trekkplástur og gott íkast. Teir draga eisini fremmandafólk og útlendingar inn í Torgið.

- Vit síggja ljóst upp á framtíðina, sigur Arni Brattaberg.

Ungu hjúnini eiga 2/3 av Torginum í Vági. Hin seinasta triðingin av bygninginum eiga tveir lokalir grunnar – grunnurin Kveiking hjá Suðuroyar Sparikassa og ein stuðulsgrunnur hjá Suðuroyar sunnaru helvt.

Felagið, sum eigur Sp/f Torgið, er stovnað hin 07.07. 2007.