FC Svendborg vann sær seinnapartin trý týðandi stig í stríðnum um uppflyting. Julian Johnsson og liðfelagarnir vunnu 2-1 á heimavølli móti Brabrand.
FC Svendborg liggur nú á fimta plássinum í donsku 2. division vest. Eykaliðini hjá OB og AaB, sum ikki kunnu flyta upp, eru á ávíkavist øðrum og triðja plássinum. Tí kappast felagið úr Svendborg við FC Fyn, sum hevur 33 stig, og Blokhus FC, sum júst sum FC Svendborg hevur 29 stig, um uppflyting.
Aarhus Fremad, sum hevur Krzyzstof Popczynski sum venjara, vann 4-0 á Ikast. Liðið liggur nú sum nummar 9.