Fyrr í ár kundi plátuvinnan boða frá, at fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru fleiri danskar útgávur enn útlendskar seldar í donsku fløgubúðunum, og nú vísir ein nýggj uppgerð, at samlaða sølan er munandi hægri í ár enn somu tíð í fjør. Jyllands-Posturin hevur kannað tølini, og sambært teimum eru umsetningurin í søluni av donskum tónleiki 10 milliónir størri higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør. Nøvn sum Mew, Anne Linnet og Lis Sørensen hava selt væl í ár, og roknað verður við stórari sølu seinni í ár hjá bólkum sum Outlandish, TV-2, Gnags og Jokeren.