Gongur væl hjá Finni Fríða og Tróndi í Gøtu

Skipari á nýggjasta skipinum í føroyska fiskiskipaflotanum, Finni Fríða, er
í løtuni 24 ára gamli, Andre Hansen. - Vit hava góðar royndir við at geva
ungum skiparum ein kjans. Tað vísir seg, at hesir roynast minst líka so væl
sum teir gomlu - og onkuntíð betur, sigur reiðarin, Jákup Jacobsen



Tað hevur gingið væl hjá nýggjasta skipinum í føroyska fiskiskipaflotanum,
Finni Fríða. Manningin mynstraði í Noregi, 22. januar, og síðan tá hevur
skipið gjørt tilsamans 12 túrar.
Jákup Jacobsen, reiðari, sigur, at tað besta av øllum er, at skipið hevur
riggað sera væl.
- Tá ið tú byggir eitt nýtt skip, veitst tú ongantíð, hvussu útgerð og annað
fer at rigga, tí alt er nýtt. Men vit hava verið sera hepnir, síðan skipið
fór til fiskiskap.

Ikki ovfarnir

Hann sigur, at fiskiskapurin hjá Finni Fríða hevur verið góður og nøktandi.
- Eg vil ikki siga, at vit eru ovfarnir, tí vit høvdu væntað, at tað fór at
ganga væl, um alt riggaði, sum tað eigur.
Spurdur, hvussu nógv Finnur Fríði hevur fiskað fyri, síðan skipið fór í
vinnu, sigur reiðarin, at tey tølini eru ikki uppgjørd enn.
- Men tað hevur gingið væl, leggur hann aftrat.
Í fjør fiskaði Tróndur í Gøtu fyri einar 60 miljónir krónur, og alt bendir
á, at árið í ár fer at roynast eins væl og síðsta ár.
- Veiðimøgulekarnir hjá Tróndi í Gøtu og Finni Fríða eru teir somu, og í
løtuni bendir alt á, at árið fer at roynast hjá báðum skipunum, sigur Jákup.
Hann vísir á, at maskinan hjá Tróndi í Gøtu varð yvirhálað fyrst í hesum
árinum, soleiðis at skipið ikki loysti fyrr enn um 20. januar. Sostatt
byrjaði hetta árið hjá Tróndi í Gøtu og Finni Fríða um nøkulunda somu tíð.
Jákup vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvørt tað hevur gingið betur hjá
tí gamla ella nýggja skipinum tað, ið farið er av hesum árinum.
Ein fyrimunur við nýggja skipinum er, at maskinorkan hjá Finni Fríða er
nógv størri enn maskinorkan hjá Tróndi í Gøtu.

Ungur skipari

Arni Hansen, sum førdi Trónd, hevur ført Finn, men seinastu fýra túrarnar
hevur 24 ára gamli sonur Arna, Andre Hansen, ført nýggjasta skipið í
føroyska fiskiskipaflotanum. Frits Thomsen er skipari umborð á Tróndi í
Gøtu.
Jákup sigur, at ungi skiparin roynist væl.
- Vit hava góðar royndir við at geva ungum skiparum ein kjans. Tað vísir
seg, at hesir roynast minst líka so væl sum teir gomlu - og onkuntíð betur.
Reiðarin heldur, at ein trupulleiki í Føroyum er, at teir ungu ikki sleppa
at royna seg.
- Ofta verður hildið, at tað er ov stórt risiko at geva ungum monnum ein
kjans, men sannleikin er, at hesir vanliga roynast ógvuliga væl, sigur Jákup
Jacobsen.