Tað fór sum ein sjokkbylgja ígjøgnum alla fílabeinsstrondina, tá Didier Drogba í venjingardystinum ímóti Japan herfyri mátti lata seg útskifta vegna skaða. Fyrstu metingarnar vóru, at Drogba hevði brotið armin og ikki fór at verða tøkur til HM.
- Didier Drogba er komin seg væl eftir skaðan, og vit vóna at hann skjótt kann venja við restuni av liðnum, sigur ein talsmaður fyri landsliðið hjá Fílabeinsstrondini.
Fílabeinsstrondin hevur brúk fyri allar hjálp, ið teir kunnu fáa til HM. Teir eru endaðir í sokallaða ?Deyðsbólkinum?, ið umframt Fílabeinsstrondini telur Brasilia, Portugal og stakkals Norður Korea, ið fær ringt við at koma líka væl frá hesum HM sum í 1966, tá teir tóku øll av bóli við at vinna á eitt nú núverandi heimsmeistarunum Italia.
Didier Drogba hevur skorað 44 mál í 68 dystum fyri Fílabeinsstrondina og er liðskipari. Hann spælir til dagliga í enska Chelsea.