Gongur væl hjá Claus og teimum

Blackpool hevur rættiliga fingið fótin fyri seg í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Fyrstu umførini gekk ikki meira enn rímiligt, men nú hevur ligið togað seg langt upp eftir stigatalvuni. Leygdagin spældi Blackpool á heimavølli ímóti Huddersfield, og Blackpool vann dystin 3-1. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var eykamaður, og hann kom á vøllin móti endanum av dystinum. Blackpool liggur nú nummar 10 av 24 liðum í League One. Liðið hevur 25 stig fyri 18 dystir.