Gongur væl hjá Blackpool

Claus Bech Jørgensen var á vøllinum fyrstu 60 minuttirnar, tá Blackpool um vikuskiftið vann 1-0 á heimavølli móti Barnsley. Blackpool, sum nú er í holt við sítt næsta kappingarár í enska Championship á hesum sinni, hevur eftir fyrstu fimm dystirnar sjey stig, og tað er væl og virðiliga góðtikið hjá liðnum, sum aftur í ár hevur sum mál at halda sessinum í deildini.