Rættiliga nógv fólk vitja nýggja Bónus-handilin í Klaksvík, sum lat upp 24. juni. - Tá og nakrar dagar fram var tað átøkt einum summarfestivali við fólki kring um handilin, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar býráð.
Hann vísir á, at parkeringsviðurskiftini eru góð, og um kvøldið stendur húsið sum ein væl upplýstur varði.
- Gongur tú uppi á Fossum um kvøldið, so sært tú eisini glamuna frá Bónus. Ongantíð hevur rættiliga hasað av við fólki, sum vitja handilin. Eisini vitja nógv fólk úr Eysturoynni Bónus. Prátar tú við viðskiftafólkini, skilst, at tey eisini gera sær onnur ørindi í Klaksvík, tí sum tey siga: Her er so nógv at fara til. Og allar flestu teirra hava kubba, so tey síggja ikki tunnilin sum eina forðing, sigur Dávur Winther.
- Tann eina dagin nú upp undir vikuskifti, har ein glaður klaksvíkingur skuldi keypa sær ein lekran búff, vísti tað seg, at alt sum líknaði steik ella búffum var útselt. Hann smíltist við, og helt fyri; so má tað ganga væl hjá Bónus, tí her var nóg mikið av øllum fyrr í dag!
Leiðari í Bónus letur eisini væl at og sigur, at tað gongur betur enn væntað. ? Vit fegnast eisini um, at tað eisini koma fólk úr Eysturoynni at keypa.










